Árliga Spæl Føroyskt vikan verður nú flutt til um heystið og verður tí ikki longur upphiting til FMA, sum verður í mars 2026.
Spæl Føroyskt er flutt til at vera í viku 41, 5. til 10. oktobur 2026.
Avgerðin er tikin av samskiparum, Kringvarp Føroya og Tónleikasambandi Føroya, sum meta hetta vera eitt betri tíðarskeið har fólk hava betri tíð og føroyingum sakna tónleik.
Fyriskiparar, skúlar, dagstovnar og onnur hava tískil góða tíð at fyriskipa konsertir og onnur tiltøk til næsta Spæl Føroyst og vit gleða okkum at síggja, hvussu tit velja at heiðra føroyskan tónleik!