Spæl føroyskt er átak fyri at menna føroyska tónleikapallin og tónleikaarvin – alt frá kvæðum til popptónleik.


Í samstarvi við spælistøð, kirkjur, skúlar, kommunur, sendistovur, musikkskúlar, Kringvarp Føroya og onnur fáa vit árliga føroyskan tónleik at runga í hvørjum króki kring landið, í eina viku um árið til Spæl Føroyskt.
Øll kunnu skipa fyri einum tiltaki og vera við.

Kom og Spæl Føroyskt

Í sambandi við FMA (Faroese Music Awards) hevur KVF seinastu árini skipað fyri átakinum Spæl Føroyskt – har tey spæla føroyskan tónleik burturav. Í ár er triðja árið at Tónleikasambandið samskipar SF.

Nær?

Spæl Føroyskt er í viku 9, tvs. 24.- 2. mars. Tó byrjar SF konsertvirksemið longu vikuskiftið áðrenn, 22.februar.

Tónleikasamband Føroya fegnast um átakið og í samstarvi við KVF (og vónandi tykkum), vilja vit hava so nógv við á Spæl Føroyskt skránni sum gjørligt, soleiðis at hon ikki bert fevnir um framførslur, men øll tiltøk sum hava við føroyskan tónleik at gera.Tað kunnu vera framløgur um tónleikaevnið, sangløtur á ellisheimum, sangløtur á dagstovnum, pallborðsorðaskiftum um eitt og hvørt tónleikaevnið, osv.Alt ber til og tað er bert hugflogið sum setur mørk! Vit vilja nevniliga hava allar Føroyar upp at darra í eina heila viku 💪🏼

Ein tøkk og ein umbøn um samstarv

Hvussu letur tað seg gera at spæla føroyskan tónleik við slíkari góðsku í eina heila viku? Jú, hetta er ikki minst tykkum fyri at takka. Tykkum, sum dagliga virka fyri at skapa karmar til tónleikin og geva tónleikarum her á landi ein pall at virka á. Takk fyri tað!

Tað er eisini tykkum, vit nú heita á: Spælistøð, kommunur, stovnar og fyritøkur um at skipa fyri framførslum í Spæl Føroyskt vikuni.

Ætlanin er, at Spæl Føroyskt skal gerast eitt landsumfevnadi tónleikaátak. Ein vika, har framførslur eru á hvørjum horni – allastaðni frá eldraheimum til tey stóru mentanarhúsini kring alt landið, og við øllum tónleikasløgum, alt frá føroyskum dansi til modernaðan popp.

Soleiðis gerst man partur av Spæl Føroyskt

Tað snýr seg um at skipa fyri einum (ella fleiri) tónleikatiltøkum í døgunum 22.februar – 2. mars og skráseta tiltøkini á okkara heimasíðu (musikk.fo) – so gerast tit partur av Spæl Føroyskt skránni. Tónleikasamband Føroya varpar ljós á skránna og í tøttum samstarvi við KVF, varpa vit ljós á tykkara tiltøk.

Soleiðis standa vit saman um at varpa ljós á henda dýrgrip, vit øll eiga – tónleikin.

Vit gleða okkum at frætta frá tykkum.