Økistónar hevur til endamáls at fremja og tryggja økt tal av konsertum við høgari góðsku árið runt, landið runt. Skipanin skal fremja reglusemi, og stremba eftir javnari kynsumboðan, margfeldni og tónleikaligum fjølbroytni.


Eisini skal Økistónar virka fyri trivnaði, menning og nýskapan innan tónleikavinnuna. Skipanin skal gera tað lættari hjá íverksetum at virka sum konsertfyriskiparar, bæði í smærri og størri høpi, eisini í útjaðaranum, og styrkja sambandið millum lokalsamfeløg og tónleikaumhvørvið og menna umstøðurnar at framføra tónleik kring landið. Sostatt menna eina konsertmentan og fremja áhoyraramenning kring alt landið.

Konsertfyriskiparar kunna søkja um 2.000 krónur í stuðli per tónleikara, tó í mesta lagi 10.000 kr. per tiltak. Fyriskiparar skulu vera fevndir av sáttmála við KODA og limir í Konsertfyriskiparafelagnum. Limaskapur er ókeypis og tú kanst blíva limur við at senda teldupost til konsertfo@gmail.com

Raðfestingar hjá úrvalsnevndini

Úrvalsnevndin leggur dent á eitt ella fleiri av hesum viðurskiftum:

  • Økismennandi virksemi; bæði tá talan er um alt landið, og eisini innanhýsis í kommununum.
  • Reglusemi í virkseminum.
  • Virksemi, sum ikki framanundan er stuðlað.
  • Undanfarið virksemi hjá fyriskipara, grundað á viðhefta frágreiðing í umsóknini.
  • Nýskapandi og/ella eginframleiddan tónleikan.
  • Tónleikaligt fjølbroytni.
  • At umsóknin er væl frágingin.

Tað er ikki eitt krav at røkka øllum hesum endamálum.

Nærri frágreiðing er tøk í almennu reglugerðini. Sí reglugerð niðanfyri umsóknarblaðið.


Reglugerð

Økistónar hevur til endamáls at fremja og tryggja økt tal av konsertum við høgari góðsku árið runt,
landið runt.
Sí almennu reglugerðina fyri Økistónar her.

Afturboðan

Send okkum eina afturboðan frá tínum Økistónavirksemi (bert fyri konsertfyriskiparar, ið hava fingið játtan).

Sáttmáli at nýta til ØT konsertir

Viðheft finnur tú ein standard sáttmála, at nýta til Økistónar konsertirnar, sum tú fyriskipar.
Sáttmálin er sniðgjørdur til Økistóna nýtslu.


Úrvalsnevndin

Úrvalsnevndin verður vald í eitt ár í senn. Eitt umboð er fyri kommunurnar, TSF og tónleikaumhvørvið.

Eyðun Christiansen

Kommunufelagið

Dánjal Dam á Neystabø

Tónleikasamband Føroya

Rani Nolsøe

Tónleikari

Dagfinn Olsen
Tónleikari

Malan Thomsen

Tónleikari