FAROESE MUSIC AWARDS
Send tilfar inn til FMA 2024/25
Hevur tú útgivið tónleik í tíðarskeiðinum 1.januar 2024 til 31.desembur 2024?
So kanst tú nú senda okkum tilfarið og neyðuga kunning, soleiðis at FMA dómsnevndin fær hoyrt tín tónleik.
Tilfar sum ikki er sent okkum seinast 10. januar 2025, verður ikki tikið við í uppskot til ársins FMA virðislønirnar.
G.G. hevur tú útgivið hjá Plátufelagnum TUTL verður alt neyðugt tilfar sent inn fyri teg!
Ert tú eitt plátufelag, management ella líknandi skalt tú senda alt tilfar, sum tú hevur útgivið hetta tíðarskeiðið í einum samlaðum skjali.
Soleiðis sendir tú okkum tilfar:
1. Tak niður excel skjalið sum eitur “FMA útgivið tilfar 2024”
2. Útfyll skjalið við tínum tónleiki og tilhoyrandi tilfar
3. Goym skjalið sum excel og send til okkum á musikk@musikk.fo (tað ber eisini til at nýta Google Docs Spreadsheet og síðani senda okkum eina leinkju til skjalið á musikk@musikk.fo)
Viðkomandi spurningar
Spurningur: Hvat tilfar biða vit um og hví?
Svar:
1. Heiti á artisti/bólki
2. Heitið á tínari útgávu/lagi
3. Útgávudato
4. Format (er talan um album, EP ella staklag?)
5. Tónleikin (tú skalt viðhefta eina leinkju til tónleikin á Spotify og á Apple Music. Hetta hevur týdning tá ikki øll nýta somu stroymitænastu. Hevur tú eina leinkju har hesar báðar og fleiri tænastur eru samlaðar, sum eitt backlink, viðmæla vit at viðhefta hetta í báðar kassarnar)
6. Lýsingartekst / PR tekst (talan er um lýsingartekst/PR tekst um lagið ella útgávuna til dómsnevndina at lesa.)
7. Sangtekst (fyri møguleikan at vera í uppskoti til Ársins Tekst, skal leinkja til sangtekst/ir viðheftast.)
8. Credit lista (tað er sera týdningarmikið at vit kunnu síggja hvør eigur orð og lag. Eisini skal gjarna viðmerkjast hvør spælir á upptøkuni.)
9. Húsi (leinkja til húsan/cover á útgávu/lag til tey, sum skulu velja Ársins Myndlistarligan Samleika)
Spurningur: Hvørja leinkjur skal man brúka?
Svar: Man kann leinkja til allar online-tænastur, sum veita møguleikan at deila tilfar yvir longri tíðarskeið. Eitt nú kann man brúka Dropbox (hetta er ókeypis fyri avmarkað GB), Google Drive (hetta er ókeypis um man hevur gmail), Icloud (hetta kostar).
Tað er týdningarmikið at man sikkrar sær, at leinkjan gevur einum fulla atgongd til tilfarið og atgongd ikki skal umbiðast aftaná.
FMA er eitt stórt, breitt og fevnandi tiltak har føroyskur tónleikur og føroyskir tónleikarar innan allar sjangrur eru í miðdeplinum.
UM FMA
Faroese Music Awards er tiltak, har bestu avrikini innan føroyskan tónleik verða heiðrað, og virðislønir verða latnar. Tiltakið umfatar beinleiðis tónleikaframførslur og verður sent í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.
Hetta er á triðja sinni, at Tónleikasamband Føroya samskipar FMA saman við Kringvarp Føroya.
“Tað gleðir Tónleikasamband Føroya at vera ein partur av FMA og vit vilja gera okkara besta fyri, at tiltakið kann umboða alt føroyska tónleikaumhvørvið á dyggasta hátt”
Hesuferð verður FMA heilt serligt. Vit fara fyri fyrstuferð at ferðast út um Havnina og til Klaksvíkar, har stásliga nýggja mentanarhúsið Varpið verður karmur um árligu virðislønarhandanirnar og mongu, serstøku tónleikaframførslurnar, fríggjarkvøld tann 21.mars í 2025. Og sjálvandi ber eisini til at fylgja við heima í føroysku stovunum.
Spæl Føroyskt verður 22.februar til 2.mars og er hesaferð sostatt Ikki vikuna undan FMA í 2025.
Tónleikaframførslurnar á FMA verða kunngjørdar í næsta ár, men vit kunnu longu avdúka ,at tað verða nakrar serstakar tónleikaframførslur við nøkrum av tí besta, sum føroyingar hava at bjóða!
Vit gleða okkum at síggja teg á FMA!
FMA verður aftur 22. mars 2025 í Varpinum
Vitja FMA á Instagram og Facebook