
Hugurin at skipa fyri konsertum kring landið er alstórur og meir enn 100 Økistóna konsertir hava longu verið hildnar kring alt landið!
Økistónar, ið er ein stuðulsskipan, sum Tónleikasamband Føroya hevur arbeitt við, saman við føroyskum kommunum og landsmyndugleikunum, sær sostatt út til at fáa eina flúgvandi byrjan.
Tónleikarsambandið fegnast um hendan ovurstóra áhuga og íverksetanarhug at skipa fyri konsertum í Føroyum.
Nevnd vald at viðgera umsóknir
Tónleikasamband Føroya og Kommunufelagið hava hvør sítt umboð í eini úrvalsnevnd, við trimum tónleikaumboðum, sum eru vald at umboða tónleikaumhvørvið, kring alt landið. Tey seinastu fýra skeiðini hava hesi umboð verið Rani Nolsøe, Malan Thomsen og Dagfinn Olsen.
Til 1. skeið í 2026 verður úrvalsnevndin skift og har koma umboð, vald av Føroya tónleikarafelag, Konsertfyriskiparafelagnum og Felagið føroysk tónaskøld.
Fjøltjáttað
Stuðulstíðarskeiðið, sum søkt verður um næst er 1.januar 2026 til 1. mai 2026.
Stuðul til síðsta árstriðing í 2025 er júst latin og játtanin sæðst á heimasíðuni, undir Økistónar.
Umsóknirnar eru somuleiðis sera ymiskar, bæði hvat viðvíkur kørmum og tónlistarligum innihaldi. Hetta samsvarar sera væl við endamálsorðingarnar um Økistónar, ið eitt nú snúgva seg um margfeldni, góðsku og regluligt virksemi, og tað gleðir Tónleikasamband Føroya seg um.
Økistónar tryggjar løn til tónleikarar
Økistónar er skrúvað soleiðis saman, at søkjast kann um stuðul at rinda tónleikarum minstuløn til konsertir. Sostatt liggur tað fast, at líkamikið, hvønn stuðulin verður latin til, so er stuðulin oyramerktur sum løn til føroyskar tónleikarar, tá hesi framføra til konsertir, sum eru umfataðar av skipanini. Talan er um 2.000 kónur fyri hvønn tónleikara, tó í mesta lagi 5 minstulønir – tað vil siga í mesta 10.000 krónur – fyri hvørt konsert tiltak.
Longu nú er tað kortini vist, at fleiri konsertir verða hjá føroyskum borgarum kring alt landið at fara til.