Vágs høll og VB húsið

Vágs kommuna bjóðar framúr umstøður og hentleikar til ítrótt og onnur tiltøk; bæði størri og smærri. Umframt ítróttarøkið á Eiðinum, ið húsar VB-húsið, ítróttarhøll og fótbóltsvøll, hevur Vágs kommuna eina nýmótans marg- og svimjihøll á ítróttarøkinum á Oyrunum. Í Vágs Skúla er eisini fimleikarhøll og aula. Virksemið í ítróttarhallunum verður stóran part av árinum brúkt til venjingar og dystir hjá feløgum í kommununi. Hallirnar – og onnur hølir hjá kommununi – verða eisini leigað út til onnur tiltøk, so sum konsertir, fundir, ráðstevnur, veitslur og mangt annað.