
Tú merkir tað alt fyri eitt, tú stígur inn um gáttina í Listastovuni í Miðvági. Tú kemur ikki bara inn á eitt spælistað, men inn í eitt rúm við minnum, resonansi og einari serligari nærveru. Gamli møtisalurin hjá Brøðrunum, Salem, stendur enn í sínum upprunaliga líki – einfaldur í arkitekturi, sterk¬ur í akustikki, sum gevur tónleikinum frið at anda. Tað er, sum søgan í veggjunum spælir við, hvørja ferð ljóðið fer á flog. Tá Listastovan lat upp í 2016, var tað ikki við ætlanum um at kappast við landins stóru mentanarpallar. Hetta var heldur ein hugsjón, borin av sjálvbodnum eldsálum í Vágum: at skapa eitt stað, har listin fær rúm, har upprunaverk standa í miðdeplinum, og har sambandi millum tónleikara og áhoyrara fær loyvi at vera ópolerað og nærverandi. Í dag, nærum tíggju ár seinni, hevur júst henda hugsjón gjørt Listastovuna til eitt av virknastu og mest virðismettu spælistøðunum í Føroyum. Listastovan hevur ment eina skrá, sum bjóðar teimum stóru spælistøðunum av – ikki í stødd, men í dygd og dirvi. Her hevur alt frá klassiskum tónleiki til rokk, jazz og alternativan tónleik havt sítt pláss. Staðið bindur seg ikki at einum ávísum stíli; treytin er einføld: tónleikurin skal vera upprunaligur og væl framførdur. Aftan fyri hetta arbeiðið stendur áhugafelagið Listastovan – mannað av lokalum og tilflytarum við ymiskum listarligum og kreativum bakgrundum. Øll fyriskipanin byggir á sjálvboðið arbeiði, frá booking og fyrireiking til uppseting og avruddan. Tað er hetta felagsskaparliga arbeiðslagið, sum heldur hjartað í Listastovuni sláandi. Listastovan er tí ikki bara eitt hús. Listastovan er ein hugsjón, ein arbeiðsformur og ein mentanarligur vilji. Eitt prógv um, at eitt lítið, sjálvboðið spælistað – við røtur í einum gomlum møtisali – kann gerast ein livandi pallur fyri samtíðina. Eitt stað, har tónleikur, søga og fólk møtast í sama rúmi.


