Gula smiðja

Gula smiðja bjóðar skipað ungdómsvirksemi fyri ung úr 7.flokki, til og við 17 ára gomul og hýsir eisini regluliga almennum tiltøkum og livandi tónleiki, bæði sum vinaligur pallur fyri tónleikaspírar, antin úr húsinum sjálvum ella í samstarvi við musikkskúlar og tónleikabreytir, men hevur eisini regluliga konsertir við longu viðurkendum tónleikarum. Smiðjan miðar ímóti at veita eitt fjølbroytt úrval av tónleiki; hon vendir sær serliga til tey ungu, men øll eru vælkomin til almennu konsertirnar. Gula smiðja er rúsfrí og virksemið er politiskt og átrúnaðarliga óheft.