F’LJÓÐ KVØLDSETUR

Í 2011 fekk Elin Brimheim Heinesen hugskotið at skipa fyri konsertum heima í síni egnu stovu, har hon bjóðaði fólki at koma inn og uppliva konsertir við ymiskum tónlistafólkum at lætta um teir longu myrku vetrarnar. Hon byrjaði í januar 2012. Konsertirnar gjørdust skjótt væl umtóktar, men lítið og einki kom burturúr fíggjarliga, so Elin helt ein steðg aftan á eina tíð. Men so fekk Elin hugskotið at skipa fyri stovukonsertum fyri ferðaløgum summarhálvuna, har hon sjálv var høvuðsnavnið. Tað kundi betur loysa seg. Hetta virksemið yvirhálaði tí tær vanligu almennu stovukonsertirnar, men við økistónaskipanini er nú møguleiki fyri at hava fleiri almenn tiltøk aftur við nógvum ymiskum tónleikanøvnum. Endamálið við F’LJÓÐ KVØLDSETUM er at bjóða fólki gott undirhald – fyrst og fremst við hugfangandi tónleikaupplivingum og onkuntíð eisini upplestri av føroyskum bókmentum. Á eini F’LJÓÐ KVØLDSETU fáa fólk livandi tónleik og søguforteljing í hugnaligum umhvørvi, umframt kaffi, te og smákøkur, sum eru íroknað prísin. Til ber at siga, at hetta minnir nógv um gomlu siðvenjuna við at hava kvøldsetur í gomlum døgum, har føroyingar komu saman at syngja og siga hvørjum øðrum søgur. F’LJÓÐ KVØLDSETURNAR eru tí eitt spennand, frískt og íblásandi alternativ til vanligar konsertir, og eru væl verdar at vitja. Orðið F’LJÓÐ hevur dupultan týdning. ‘Fljóð’ er eitt gamalt føroyskt heiti fyri ‘kvinnu’. Í hesum førinum er orðið skrivað við apostrof millum F’ið og L’ið, har F er ein stytting fyri “Føroyskt” og ‘ljóð’ er sjálvsagt ljóð – tvs. føroyskt ljóð – tí á F’LJÓÐ KVØLDSETUM leggja vit dent á FØROYSKAN tónleik og mentan.