Tónleikasamband Føroya hevur í seinastuni havt ein praktikant, fyri allar fyrstuferð.
Hjørtur Pætursson Háberg, vælkomin í toymið!
Hvat lesur tú?
Service- og oplevelsesøkonomi (Event Managment) á UCN.
Hví valdi tú Tónleikasambandið, sum praktikpláss?
Tónleikasambandið gevur mær eitt øðrvísi innlit í tónleikaumhvørvið í Føroyum. Vanliga eri eg sjálvur á pallinum og spæli, og hugsi tí ikki nógv um, hvat arbeiðið aftanfyri pallin snýr seg um. Seinnu árini eri eg tó vorðin meira forvitin um júst henda partin. Og har er TSF eitt upplagt val hjá mær.
Hvat vónar tú at fáa burturúr tínari praktiktíð hjá TSF?
TSF arbeiðir við øgiliga ymsum uppgávum, og tað merkir, at ein sleppur at royna seg við eitt sindur av hvørjum – um tað so er innan samstarv, fígging, marknaðarføring ella einum fjórða, so sleppur man tað. Eg vónaði at fáa eitt breitt forstáðilsi fyri, hvørji atlit skulu takast í samband við tiltøk osfr, og skiftandi tilgongdin til uppgávurnar loyvir mær júst hetta.
Hvat gert tú, tá tú ikki ert til arbeiðis fyri TSF?
Sum sagt, so dámar mær øgiliga væl at spæla tónleik við ymsum bólkum – um tað so er her í Keypmannahavn, Føroyum ella aðra staðni. Annars búgvi eg í home away from home (Oyrasundi) saman við damuni, og her hava vit eisini vinfólk, ið vit brúka nógva tíð saman við.
Bólkar, sum Hjørtur m.a. er partur av:



