
Umsóknarportalurin er opin til 3.skeið í 2026: 1.sept til 31.desembur
Økistónar veitir stuðul til konsertfyriskiparar og spælistøð kring alt landið, árið runt.
Økistónar er býtt upp í
Niðanfyri finnur tú nærri kunning um stuðulsskipanina, leiðreglurnar fyri stuðulin og upplýsingar um, hvussu tú søkir.
Endamál
Økistónar hevur til endamáls at fremja og tryggja økt tal av konsertum við høgari góðsku árið runt, landið runt. Skipanin skal fremja reglusemi, og stremba eftir javnari kynsumboðan, margfeldni og tónleikaligum fjølbroytni.
Eisini skal Økistónar virka fyri trivnaði, menning og nýskapan innan tónleikavinnuna. Skipanin skal gera tað lættari hjá íverksetum at virka sum konsertfyriskiparar, bæði í smærri og størri høpi, eisini í útjaðaranum, og styrkja sambandið millum lokalsamfeløg og tónleikaumhvørvið og menna umstøðurnar at framføra tónleik kring landið. Sostatt menna eina konsertmentan og fremja áhoyraramenning kring alt landið.
Hvør kann søkja Økistónar?
- Konsertfyriskiparar og spælistøð kunna søkja um eina minstuløn í stuðli per tónleikara (2.500kr) tó í mesta lagi 12.500 kr. per tiltak.
- Tilber at søkja til fleiri konsertir í somu umsókn.
- Fyriskiparar skulu gjalda fyri eitt “musiklicense” hjá KODA og vera limir í Konsertfyriskiparafelagnum. Limaskapur er ókeypis og tú kanst blíva limur við at senda teldupost til konsertfo@gmail.com
Nær er freist at søkja?
Hvørt ár eru trý Økistóna skeið (1.jan-31.apríl, 1.mai-31.aug og 1.sept-31.des). Freistin at søkja Økistónar verður lýst alment á hesu síðu og á sosialu miðlar sambandsins.
Freistin fyri 2.skeið (1.mai-31.aug) er farin og næsta freist at søkja er 1.Juni 2026 fyri 3.skeið (1.sept-31.des 2026). Umsóknarportalurin fyri 3.skeið letur upp 1.apríl 2026.
Hvussu søki eg?
Søkt verður á okkara heimasíðu, undir “Søk Økistónar” HER.
Umsóknar portalurin letur upp minst 1 mðr áðrenn umsóknarfreist er fyri hvørt skeið og letur aftur tá freistin er farin.
Í umsóknarportalinum skal m.a. upplýsast hvør umsøkjari er, hvørjari kommunu konsertvirksemi er, um konsertvirksemið er nytt ella framhald av undanfarnum virksemi, hvørjar tónleikastílar konsertirnar innihalda, hvørji tónleikanøvn eru ella verða spurd um at spæla, hvussu nógvar konsertir og nøgdina av minstulønum, ið søkt verður eftir.
Raðfestingar hjá úrvalsnevndini
Úrvalsnevndin leggur dent á eitt ella fleiri av hesum viðurskiftum:
- Økismennandi virksemi; bæði tá talan er um alt landið, og eisini innanhýsis í kommununum.
- Reglusemi í virkseminum.
- Virksemi, sum ikki framanundan er stuðlað.
- Undanfarið virksemi hjá fyriskipara, grundað á viðhefta frágreiðing í umsóknini.
- Nýskapandi og/ella eginframleiddan tónleikan.
- Tónleikaligt fjølbroytni.
- At umsóknin er væl frágingin.
Tað er ikki eitt krav at røkka øllum hesum endamálum.
Nærri frágreiðing er tøk í almennu reglugerðini. Sí reglugerð HER.
Nær kann eg vænta svar?
Svar fyri hvørja umsókn kann vanligvís væntast 2 mánaðir áðrenn skeiðið byrjar.
Dømi: freistin til 3.skeið er 1.juni, svar kann væntast seinast 1.juli og skeiðið byrjar 1.septembur
Treytir fyri Økistónar stuðul
- Konsertfyriskiparar kunna søkja um eina minstuløn per tónleikara, tó í mesta lagi 5 minstulønir per tiltak. Taksturin á eini minstuløn samsvarar ta upphædd, sum Føroya tónleikarafelag hevur ásett eini minstuløn. Minstulønin verður 2.500kr frá 1.septembur 2026.
- Stuðulin skal nýtast til samsýningar til framførandi tónleikarar.
- Ein minstuløn per tiltak kann nýtast til ljóðteknikkara.
- Verður søkt um stuðul til fleiri tiltøk (t.d. ein festival), er tað ein treyt, at tað bert er eitt tiltak um dagin.
- Stuðulin er treytaður av, at konsertfyrireikari betalur til Koda, fyri nýtslu av tónleiki og er limur í Konsertfyriskiparafelagnum (at vera limur er ókeypis).
- Stuðul sum er játtaður til konsertvirksemi í einari kommunu, kann ikki flytast til eina aðra kommunu uttan serloyvi frá Tónleikasambandi Føroya.
- Í spælistøðum, har rúsdrekka verður selt, er krav um atgongumerkjasølu á minst 100kr. Tilber at søkja um undantaksloyvi, hetta verður gjørt í uppruna umsóknini og verður viðgjørt av úrvalsnevndini. (Dømi: “spælistað er mentanarhús og ynskir at selja atgongumerkir til børn fyri minni enn 100kr ella ókeypis” ella “spælistað er kommunalt og ókeypis leigan er treytað av, at tiltakið er ókeypis”)
- Allar Økistóna-konsertir skulu vera sáttmálabundar. Tað vil siga at ein sáttmáli skal gerast millum konsertfyriskipara og framførandi tónleikara.
Sí leinki her: Sáttmáli fyri Økistóna konsertir. - Ein almenn lýsing skal gerast fyri tiltakið, minst 2 vikur áðrenn konsertina. Tá konsertin er lýst alment, er hon bindandi og hava tónleikarar sostatt rætt til endurgjald, um konsertin verður avlýst.
Endurgjaldið er tó ikki kravt, um avlýsingin kemst av:
– Øðrum viðurskiftum av force majeure líknandi slagi, sum tey upptraðkandi og/ella fyriskipari ikki høvdu møguleika at vita um ella fyrireika seg uppá.
– At upptraðkandi gerast sjúk.
– At upptraðkandi ikki kunnu koma fram til konsertstaðið vegna avlýst flogfar, avlýstari ferju, vánaligum koyrilíkindum ella øðrum líknandi forðandi umstøðum, sum upptraðandi ikki hava ávirkan á.
Hvørjar Kommunur eru við í Økistónar?
Broytingar kunnu íkoma, men í løtunu hava hesar kommunur játta luttøku í Økistónar:
| Kommuna | Letur per skeið |
| Tórshavnar Kommuna | 93.016,00 |
| Klaksvíkar kommuna | 21.924,00 |
| Runavíkar kommuna | 17.612,00 |
| Eystur kommuna | 9.160,00 |
| Vága kommuna | 8.860,00 |
| Sunda Kommuna | 7.164,00 |
| Tvøroyra kommuna | 6.928,00 |
| Fuglafjørður | 6.496,00 |
| Nes kommuna | 6.344,00 |
| Vágs kommunu | 5.336,00 |
| Vestmanna kommuna | 5.008,00 |
| Sjóvar kommuna | 4.972,00 |
| Sørvágs kommuna | 4.952,00 |
| Eiðis Kommuna | 3.128,00 |
| Sands kommuna | 2.056,00 |
| Skopunar kommuna | 1.912,00 |
| Viðareiðis kommuna | 1.320,00 |
| Hvannasund | 1.712,00 |
| Kvívíkar kommuna | 2.480,00 |
| Kunoyar kommuna | 600,00 |
| Húsavíkar kommuna | 448,00 |
| Skálavíkar kommuna | 668,00 |

Afturboðan
Send okkum eina afturboðan frá tínum Økistónavirksemi (bert fyri konsertfyriskiparar, ið hava fingið játtan).

Reglugerð
Økistónar hevur til endamáls at fremja og tryggja økt tal av konsertum við høgari góðsku árið runt,
landið runt.
Sí almennu reglugerðina fyri Økistónar her.
Sáttmáli at nýta til ØT konsertir
Viðheft finnur tú ein standard sáttmála, at nýta til Økistónar konsertirnar, sum tú fyriskipar.
Sáttmálin er sniðgjørdur til Økistóna nýtslu.

Úrvalsnevndin
Úrvalsnevndin verður vald í eitt ár í senn. Eitt umboð er fyri kommunurnar, TSF og tónleikaumhvørvið.
Eyðun Christiansen
Kommunufelagið
Tróndur Bogason
Tónleikasamband Føroya
Jens L. Thomsen
Umboð fyri Føroya Tónleikarafelag
Marjun Svartafoss
Umboð fyri Konsertfyriskiparafelagið
Malan Thomsen
Tónleikari



