UM FMA

Faroese Music Awards er tiltak, har bestu avrikini innan føroyskan tónleik verða heiðrað, og virðislønir verða latnar. Tiltakið umfatar beinleiðis tónleikaframførslur og verður sent í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

FMA 2026 verður hildið 6.mars í Norðurlandahúsi Føroya.

Tilnevningar í 2026

Hetta eru tey, sum eru tilnevnd til virðislønir í ár.

Ársins Útgáva

Elinborg við “Í Ævir”

Skrivað hevur: Elinborg Pálsdóttir

Framleitt hevur: Per Ingvaldur Højgaard Petersen

Útgivið: Embassy of Music

Jazzygold við “It’s been a while”

Skrivað og framleitt hava: Jasmin Mote & Daniel Hedberg

Útgivið: Plátufelagið Tutl

Lyon Hansen við “Skull-Sized Kingdom”

Skrivað hava: Lyon Hansen, Karl Andrias Stórá & Kristian Pauli Ellefsen

Framleitt hevur: Lyon Hansen

Útgivið: Plátufelagið Tutl

Stanley Samuelsen við “Sólskin”

Skrivað hava: Stanley Samuelsen, Birger Urstad Steen, Lars Bremnes, Christer Jonasson Tolv, Mats Klingstrøm, Hans Andrias Djurhuus, Kalle Zwilgmeier, William Heinesen, Hans Jacob Kollslíð og Janus Djurhuus

Framleitt hevur: Jóhannus á Rógvu Joensen

Útgivið: Plátufelagið Tutl

Benjamin Rajani við “Tá hvørt ljós líkist tær”

Skrivað hevur: Benjamin Rajani

Framleitt hava: Esben Svane

Útgivið: Plátufelagið Tutl

Ársins Ser-útgáva

Arnold Ludvig Quintet við “Live í Maggies ’18”

Skrivað og framleitt hevur: Arnold Ludvig

Útgivið: Plátufelagið Tutl

Afenginn við “Movements 1”

Skrivað hava: Dánjal á Neystabø, Kim Rafael Nyberg og Heðin Ziska Davidsen

Framleitt hava: Heðin Ziska Davidsen og Kim Rafael Nyberg

Útgivið: Plátufelagið Tutl

Hettarher við “Seinasta Paradís á Jørð”

Skrivað hava: Andreas Tykjær Restorff, Torleik Mortensen, Nyholm Debess, Jógvan Waagstein og Sunleif Rasmussen

Framleitt hava: Andreas Tykjær Restorff, Torleik Mortensen og Sakaris Stórá

Útgivið: Plátufelagið Tutl

Ragnar Olsen við “Nordic Classical Guitar”

Skrivað hava: Vagn Holmboe og Hilding Hallnäs

Útgivið: Plátufelagið Tutl

Kalas við “Minnisgripir”

Skrivað hava: Angelika Hansen, Kim Hansen og Kristian Blak

Framleitt hevur: Finnur hansen

Útgivið: Plátufelagið Tutl

Ársins Sangur

Jazzygold, Marianna Winter, Tamara Mneney við “Cake (Baddies Edition)”

Skrivað hava: Jasmin Mote, Jeppe Engelbrecht, Jonna Hall, Marianna W. Nagata og Tamara Mneney

Framleitt hevur: Jeppe Engelbrecht

Útgivið: Plátufelagið Tutl

Tøgn við “Kamarið”

Skrivað hava: Beinir Troest Rasmussen, Jónas Gaard og Bárður Petersen

Framleitt hevur: Beinir Troest Rasmussen

Útgivið: Plátufelagið Tutl

Marianna Winter við “Patio”

Skrivað og framleitt hava: Marianna W. Nagata & Ragnar Finsson

Útgivið: Plátufelagið Tutl

Elinborg við “Blóð”

Skrivað hevur: Elinborg Pálsdóttir

Framleitt hevur: Per Ingvaldur Højgaard Petersen

Útgivið: Embassy of Music

Tunghoyrt við “Tveitan”

Skrivað hava: Jóni Strøm, Helge Marius Greve, Bjarni Jakobsen, Erik Reynheim og Baldur Meitil

Framleitt hevur: Benjamin Petersen

Útgivið: Plátufelagið Tutl

Ársins Tónaskald

Hettarher fyri verkið “Seinasta Paradís á Jørð”.

Elinborg Pálsdóttir fyri verkið “Í Ævir”

Jasmin Mote fyri verkini “It’s been a while”, “Cake” og “Cake (Baddies Edition)”

Arnold Ludvig fyri verkið “Live í Maggies ‘18”

Lyon Hansen fyri verkið “Skull-Sized Kingdom”

Ársins Spíri

Hoym

Kalas

Tunghoyrt

Tøgn

Ronja

Ársins Tónleikari

Vár Miðberg

Fyri sín leiklut á palli og útgavum við: Jólasoul, Tina Mellem, Femininomen, ÁSA, Gówa, Dania O. Tausen, Volapuck, Johanna, Ark Lovsang, Zahles husorkester, v.m.

Vinjar Egilsnes Petersen

Fyri sín leiklut á palli og útgavum við: jazzygold, Jólasoul, Andervel, Elinborg, Sakaris, GØ, Ester Skala, Guðrið Hansdóttir, Døgg Nónsgjógv, Vinjar, v.m.

Heðin Ziska Davidsen

Fyri sín leiklut á palli og útgavum við: Tjant, FRUM, Elinborg, Afenginn, Klingra, Marius Ziska, Resterne af rigsfællesskabet, Kóboykex, Yggdrasil, v.m.

Eyðun Johannesen

Fyri sín leiklut á palli og útgavum við: Lenu Anderssen, Jól við Løkin, Í menniskjum góður tokki, Hallur Joensen, M.C. Restorff heiðurskonsert, Fríði Sigmundsson og Ingmar, v.m.

Helge M. Greve

Fyri sín leiklut á palli og útgavum við: Tunghoyrt, Alto og vinnarin av Stella Polaris 2025.

Ársins Tekstur

“Kærleikin” eftir Elinborg Pálsdóttir

“Summar nætur” eftir Lyon Hansen

“The Benefactor” eftir Jón Klæmint Hofgaard

“Eina aftrat” eftir Ásu Helenu Brynjarsdóttir

“Patio” eftir Marionnu W. Nagata

Ársins Myndlistarligi Samleiki

Elinborg 

Elinborg hevur eitt greitt og heilstoypt myndlistarligt úttrykk, ið sæst aftur gjøgnum alt, ið hon ger: á palli, á plátuhúsanum til “Í Ævir” og á sjónbondunum “Blóð” og “Vatnins verur”. Fyri heildina er hon tilnevnd. 

Ester Skála

Ester Skála hevur ein sera gjøgnumførdan og samanhangandi myndlistarligan samleika, ið kennist sum eitt nátúrligt framhald av hennara tónleiki. Hetta er heilstoyptur pink poppur. Tilnevningin er fyri plátuhúsan til “Unicorn” og samleikan á palli og talgildum miðlum. 

Frum

Frum hevur altíð arbeitt nógv við sínum myndlistarliga útrykki, og á plátuni “Íða / Whirlpool”, verður hetta enn meira heilstoypt. Frum er tilnevnd fyri plátuhúsan, sølulutir, pallsetan og myndlistarliga samleikan á palli og talgildum miðlum.

jazzygold

jazzygold hevur seinnu árini givið fleiri góð sjónbandaløg út. Á sjónbandinum “Welcome to my head” tykist hon enn meira greið í sínum stíli, og svart/hvíti heimurin og persónligu myndaevnini raka væl nervan í hennara tónleiki. Tí er hon tilnevnd fyri sjónbandalagið.

Tweed & Hyenas 

Føroyskt/bretski bólkurin Tweed & Hyenas hava skapt ein av flottastu plátuhúsum í árinum, við serstakliga vakrari og djúphugsnari illustratión, hesin estetikkur gongur eisini aftur á teirra sosialu miðlum. Tilnevningin er fyri plátuhúsan til “saltations”

Tær virðislønir sum ongar tilnevningar hava eru: 

Ársins Átak, Ársins Tónleikaheiður, Ársins Útflutningsvirðisløn, Ársins Jingla og Ársins Áhoyraravirðisløn.

Atgongumerki fæst á nlh.fo og tilber eisini at keypa eitt pakkatilboð frá Hotel Brandan, har gisting, boblir og morgunmatur inngongur við atgongumerkinum.


Send okkum tín tónleik til FMA 2026

Freistin at senda tína útgávu inn til FMA er nú farin.

Síggjast til FMA 2026, tann 6.mars í Norðurlandahúsinum!

Unpublished form