Marius DC

Marius DC er føroyskur hip hop artistur. Ungi rapparin er, við trimum studio EP’um og vælfagnaðum framførslum úti og heima, longu ein royndur tónleikari. Nýggjasta EP’in Listamaður, vísir eisini ein búnan listamann, ið ikki pakkar nakað inn. Við einum frálíkum live bólki aftanfyri seg, eru konsertirnar við Marius DC altíð nakað heilt serligt.