Marianna Winter

Marianna Winter (FO), er eitt av teimum heilt spennandi nøvnunum í føroyskum tónleiki. Sangarinnan skrivar fangandi poppløg við modernaðari nostalgi, sjálvstilvitaðum humori og sálargranskandi tekstum, sum fanga tíðarandan og umskapa hann til nútímans tónlist. Tað eru sjáldsamir eginleikar, ið tala beinleiðis til ungdómin og óbeinleiðis til tey tilkomnu.

Hon er júst nú í gongd við at framleiða nógvan nýggjan tónleik, saman við Ragnari Finsson, sum verður at hoyra á hennara fyrstu heildarútgávu (album) tíðliga í 2025.
Frammanundan hevur hon verið aktuel við stakløgunum, “Cruising”, “People Pleaser” og “Consequences” hvørs tónleikasjónband spruttar við blóð og sjarmu. Eisini útgav hon sína fyrstu EP í 2022 “Sorry, I’m a Libra” og hevur framført á altjóða tónleikapallum og festivalum í Onglandi, Danmark, Íslandi og Norge.