Klingra

Tað víðgonda og frígerandi í kvirruni hevur víst seg sera fruktagott fyri bólkin Klingra. Sprottin úr
bólkinum Afenginn í 2020, blómar Klingra úr botni har alt óviðkomandi er lúka burtur.
Soleiðis skapar Klingra eitt egið rúm har limirnir við nærlagni rannsaka hvønn krók. Úr hesum
rúmi, gjøgnum sprungurnar í veggjunum, seyðrar ein ljóðmynd, sum er ein samanrenning av
atmosferiskum poppi, klassiskum og elektroniskum tónleiki.