GØ
Bólkurin GØ bleiv stovnaður í 2015 av fýra ungum tónleikarum, ið vóru troyttir av at spæla pent og rætt. Í dag eru hesir nakrir av mest umbidnu tónleikarunum í Føroyum, og teir halda enn fast í tí somu rebelsku tilgongdini tá teir skriva og spæla tónleik; alt er lov í GØ. Meðan ljóðmyndin, ið GØ skapar, leitar sær aftur til 60’ini og 70’ini, so bera kompositiónirnar brá av film noir, spaghetti western, jazzi og rokki.