
ESTER SKÁLA
Songkvinnan Ester Skála hevur sungið síðan hon kann minnast.
Hon skrivaði sítt fyrsta lag sum 12 ára gomul, og hevur skrivað egin løg síðan tá.
Lagskriving hevur altíð havt eitt serligt pláss í hennara hjarta, og eisini hevur tað verið ein lekidómur fyri hana, bæði í góðum og ringum tíðum.
Ester hevur stórar dreymar og vónir um, at hennara tónleikur má náa inn í hjørtuni á fólki, bæði her á landi og uttanfyri Føroyar.
Hennara tónleikastílur er pop-kendur, og hellir eisini ímóti elektroniskum og hyper-pop tónleiki.
Sangteksturin er einkultur og poetiskur, og snýr seg oftani um kenslur og lívsins viðurskifti, ið verða lýst í einum dreymakendum dæmi.
Ester dámar væl litin ljósareytt, og bjóðar sínum lurtarum við inn í hennara egnu “PinkPop” tónleikaverð.
Í 2021 útgav Ester sítt fyrsta staklag UNICORN.
Lagið vann Áhoyraravirðislønina í FMA (Faroese music awards).
Hetta var ein sera rík uppliving fyri hana.
Árið eftir útgav hon sítt næsta staklag SPOTLIGHT.
Hetta lagið var eisini nominera til FMA árið eftir.
Ester framførir oftani við sínum tónleikabólki. Tað eru nakrir trúðfastir og dugnaligir tónleikarar, ið eru við í bólkinum, og sum hava verið við henni og framført ymstastaðni í Føroym, til fleiri ymisk høvir.
Í summar verður nógv nýtt og spennandi á skránni, tí tá verður ein nýggj LP-pláta útgivin. Her vera fleiri nýggj løg at hoyra, og løgini UNICORN og SPOTLIGHT vera eisini við í útgávuni. So tá fær lurtarin møguleika at hoyra allan “Pink-pop” pakkan.
So tað er at fylgja væl við í summar!