
Elin Brimheim Heinesen
Síðani sjeytiárini í farnu øld hevur Elin Brimheim Heinesen verið væl kend í Føroyum sum songkvinna/sangskrivari/tónaskald. Hon ger egnan tónleik og framførir tónleikin sjálv sum einstaklingur, men hevur eisini arbeitt saman við fleiri øðrum tónlistafólkum av og á.
Elin er fyrst og fremst singer-songwriter. Hon hevur spælt og gjørt tónleik av nógvum ymiskum slag í síni yrkisleið. Hon hevur sungið jazz, sangleikir, vísur, popprokk – enntá spælt við einum tungrokkbólki – og seinastu árini hevur hon gjørt symfonisk løg, umframt at hon hevur spælt nógvar konsertir, oftast sum duo saman við Eyðuni Mohr Hansen.
Tann sera livandi siðvenjan at syngja saman í Føroyum, har Elin er uppvaksin, hevur sjálvandi ávirkað hana nógv síðan barndómin – og eisini tónleikin, hon ger/spælir, sum altíð hevur verið merktur av tí vokala og nógvum kórútsetingum.
Í sjeytiárunum gjørdi Elin sangir, sum tú kanst kalla fólkaløg, sum var ein væl umtókt sjangra hesi árini. Elini dámdi eisini sera væl jazz og blues. Havnar Jazzfelag, sum hon var við til at stovna mitt í sjeytiárunum, var avgjørt við til at menna og merkja hennara tónleikaáhuga – so hetta hevur eisini havt stóra ávirkan á hennara tónleik.
Í áttatiárunum stovnaði hon ein tveymansbólk við Kára Jacobsen og gjørdi poppútgávuna “NALJA”. Útgávan minti um altjóða poppútgávur í áttatiárunum – men var eisini serstøk á ein sera ‘føroyskan’ hátt. Sangirnir á NALJA-útgávuni, sum var endurútgivin á fløgu í 1998, hava líka síðani teir komu út, verið væl umtóktir og verða enn nógv spældir í føroyskum útvarpi.
Útgávan “Yndisløg” (Treasured Songs), ið kom út í 2010 og sum Elin innspældi saman við akustiska tónleikabólkinum Ad Libitum, eru føroyskaðar tilkingar av altjóða evergreens. Hetta er heilt øðrvísi, meira avslappaður tónleikur lættur at lurta eftir.
Heildarútgáva Elinar sum einstaklingur “Handan stjørnurnar”, ið kom í 2018, hevur eitt heilt annað úttrykk, meira sum popprokkur.
Heildarútgáva hennara “Eitt dýpi av dýrari tíð” ið kom út í 2022, er so aftur nakað heilt annað, tí her tosa vit um stórslignan neoklassiskan tónleik.
Elin hevur gjørt nógv løg, ið ikki eru givin út – ikki enn, og sum ikki so lætt kunnu flokkast. Tónleikur hennara er fjølbroyttur og eitt úttrykk fyri hennara tónlistarligu menning. Nógv av hennara tónleiki kann kanska flokkast sum popprokkur ella fólkarokkur – men hetta er eitt so yvirskipað frámerki, sum ikki sigur nógv um, hvussu tónleikurin ljóðar í veruleikanum.
Um tú vilt hava Elina at spæla til eitthvørt tiltak, vinaliga kekka heimasíðu hennara: http://heinesen.fo fyri