
Dánjal
Tað er bæði intenst og stuttligt, at síggja internordiska orkestrið, við Dánjali á Neystabø á odda, brota seg leysan á palli. 
 
 Dánjal hevur veruliga megna at samla ein bólk har mentanarligi ymiskleikin hjá limunum kemur til sín rætt, og eftir 7 árum á óteljandi pallum kring Europa, hevur bólkurin funnið sítt heilt egna serstaka ljóð, sum er trupult at lýsa í eini genru. 
 
 Dánjal hevur eisini fingið nógvar tónleikatilnevningar, millum annað tvær ferðir fyri “Best Live Act” á Danish Music Award:
 
 Við íblástri frá Tom Waits til The Beatles, pop/rokki frá 70‘unum, heimstónleiki og fólkatónleiki er ljóði mest av øllum norðurlendsk og egið.
 
 Enski tíðindamaðurin Chris Nickson segði um Dánjal:
 “they’ve accomplished what is rare in popular music today: to blend philosophical thought with rock n’roll… lyrics with depth and clever arrangements wrapped into a package that people can understand.” Chris Nickson (UK)


