Dania O. Tausen
Dania O. Tausen er ung tvørlistakvinna á føroyska tónleika- og
yrkjarapallinum uppvaksin á Toftum. Ein sangarinna, sangskrivari og
yrkjari sum úttrykkir seg á egnan hátt við føroyska málinum. Sum barn
og tannáringur framførdi hon mest í brøðrasamkomuni, men Í 2018 gjørdi
hon um seg á heiðurskonsertini fyri Ellu Fitzgerald, og byrjaði at
útgeva egnan tónleik stutt eftir, tá hon flutti til Havnar at lesa
ritlist. Hon framførir í dag javnan við soloprojektinum Dania O.
Tausen, jazztrioini SWAY og hiphopbólkinum Aggrasoppar. Til dagliga
arbeiðir Dania hjá plátufelagnum Tutl og er fyriskipari av
yrkingaupplestrum í Sirkus. Dania bleiv serliga umrødd í Føroyum, tá
ið yrkingasavnið Skál og dokumentarurin um yrkingasavnið komu út.
Savnið og filmurin vóru kontroversiell tí Dania vísti á, hvussu tað er
at vaksa upp innan samkomu á bygd og hvussu tað er at vera ungur og
ivandi.
Í tónleikinum, sum Dania síðani hevur útgivið, “gonguteigatúnatos”
(2021) og “ja, nei – og restin av vikuni” (2023), hevur hon fokus á
menniskjanum – ofta føroyinginum – og nógvum av okkara simplu, men
eisini meira kompleksu kenslum. Hon dugir at síggja tað stuttliga í tí
dagliga og orða tey dagligu viðurskiftini soleiðis, at tú sært
annarleiðis uppá tey aftaná. Sum G! Festivalurin segði, har Dania
hevur spælt tvey tey seinastu árini: “Hevur tú ikki hoyrt um Daniu O.
Tausen hetta seinasta árið, so hevur tú búð undir einum steini. Eingin
mann hava spílað seg meira út í tíðarskeiðnum enn hettar arbeiðssama
fjöllistafólki av Toftum.” Dania vann eisini eina FMA fyri ársins
útgávu 2023, við løgum sum “kann eg hava armin soleiðis her?” og “eg
burdi keypt mær hús í bergen”. Dania vísir í allari síni list ein
serligan tokka til föroyska málið. Á ein snildisligan og háfloygdan
hátt brúkar hon eitt gerandismál, sum öll kunnu kenna seg aftur í.