Aggrasoppar
Aggrasoppar er tónleikur og yrkingar, ið smelta saman í hægri eind. Bólkurin er kendur fyri kraftmiklar og undirhaldandi framførslur, sum fáa grót at syngja og deyð at klappa. Ein djevulskynd alda, ið ógvar mangt pent á síni ferð. Aggroppar er føroyskt flowerpunk naprap; stuttligt og yvirraskandi mindfuck til allar sansir. Eitt herligt, fjákut, inniligt, álvarsligt, kreativt og demonstrativt opið sprettandi samtíðarligt tónlistakollektiv, sum hevur gjørt um seg á føroyska tónleikapallinum síðani 2020, men kanska serliga tvey tey síðstu árini, har tey hava spælt nógvar konsertir í Føroyum og uttanfyri Føroyar. Tey vunnu Sement í 2023 og hava útgivið 2 plátur.
Eyðfinn B. Lamhauge (sang, samplari)
Dania O. Tausen (sang, samplari)
Trygvi Danielsen (sang)
Karl Andrias Stórá (bass)
Hjørtur P. Háberg (trummur)
Ólavur Gaard (gittar)
Kristian Pauli Ellefsen (klaver)