
Tónleikasamband Føroya
Tónleikasamband Føroya er meginfelag og landsfelag hjá tónlistafeløgunum í Føroyum, og samstundis ovasti felagsskapur innan tónleikavirksemi í Føroyum.

Tónlistafeløg í Tónleikasambandinum:
Hesi eru tónlistafeløgini, ið Tónleikasamband Føroya umboðar.
Kórsamband Føroya
Kórsambandið umboðar heili 22 kór kring allar Føroyar.
Sláið Ring
Sláið Ring røkir áhugamálini hjá dansifeløgum, bøtir um korini hjá føroyska dansinum og stimbrar hugin fyri honum.
Felagið Føroysk Tónaskøld (FFT)
FFT røkir áhugamálum hjá føroyskum tónaskøldum, verjir rættindi teirra
og virkar fyri at bøta um listarligu og fíggjarligu kor teirra.
Organistafelagið
Felagið arbeiðir m.a. fyri at menna kirkjutónleik, at tryggja organistar í kirkjunum og fyri fíggjarligu korunum hjá limunum.
Føroya Tónleikarafelag
FTF strembar eftir at betra korini hjá virknum tónleikarum í Føroyum.
Konsertfyriskiparafelagið
Felagið virkar sum umboð fyri føroyskar konsertfyriskiparar, talar teirra søk og virkar fyri endamálum teirra.
Føroya Symfoni Orkestur
FSO virkar fyri symfoniorkestri á høgum stigi við fjølbroyttum tónleikavirksemi fyri at styrkja føroyska tónleikalívið.
Framleiðarafelagið
Framleiðarafelagið er ein samskipan av føroyskum tónleikaframleiðarum.
Musikklærarafelagið
MLF mennur musikalsku gávur næminganna og gevur teimum førleikar, sum leggur grundarlag undir ríkt musikklív í Føroyum.
Einleikarafelagið
Felagið vil stimbra tónlistarumhvørvið, skapa eitt altjóða netverk til tónleikarar sum útinna klassiskan tónleik og umboða yrkistónleik í altjóða høpi.
Meginfelag fyri Føroysk Hornorkestur
MFH er felags inngongdin hjá teimum, ið vilja hava meira vitan um orkestrini í hesum blástrarlandi.
Tónleikavinnufelagið
Fólkatónleikarafelagið
Endamálið við felagnum er at stuðla áhugamálunum hjá føroyskum fólkatónleikarum og at virka fyri fólkatónleiki í Føroyum og framførslu av føroyskum fólkatónleiki uttanlands.
Hetta er TSF
Nevndarlimir í Tónleikasambandi Føroya

Dánjal á Neystabø

Marianna W. Nagata

Rókur Jákupsson Jakobsen

Siri S. Hansen

Tróndur Bogason
Um okkum
Tónleikasamband Føroya er meginfelag og landsfelag hjá tónlistafeløgunum í Føroyum, og samstundis ovasti felagsskapur innan tónleikavirksemi í Føroyum.
Tónlistafeløg í Tónleikasambandinum
Kórsamband Føroya, Sláið Ring, Felagið Føroysk Tónaskøld (FFT), Organistafelagið, Føroya Tónleikarafelag (FTF), Konsertfyriskiparafelagið, Føroya Symfoni Orkestur (FSO), Framleiðarafelagið, Musikklærarafelagið (MLF), Einleikarafelagið, Meginfelag fyri Føroysku Hornorkestur, Tónleikavinnufelagið.