Nú ber til at senda okkum tónleik, sum er útgivin í 2026, og harvið fáa møguleikan at verða tikin við í metingina til FMA 2027.
Tilfarið verður latið dómsnevndunum í vetur, og tilnevningarnar verða kunngjørdar í januar 2027.
Hvørji sita í dómsnevndunum, verður ikki avdúkað fyrr enn á sjálvum FMA-kvøldinum. Upplýsingarnar verða síðani lagdar út á heimasíðu okkara.
Alt tilfar skal sendast inn umvegis frymilin, sum er tøkur á heimasíðu okkara undir „FMA“.



