Tað gleðir okkum at boða frá, at Faroese Music Awards verður hildið í Løkshøll í Rúnavík tann 26. februar 2027.
Í ár var FMA hildið í Norðurlandahúsinum í Tórshavn, men komandi ár flytur tiltakið til Rúnavíkar.
Tónleikasamband Føroya ynskir, at FMA skal vera eitt tiltak, sum umboðar føroyska tónleikapallin um alt landið. Tí gleða vit okkum sera nógv til at síggja, hvussu FMA fer at taka seg út í Løkshøll, og vit vænta okkum eitt heilt serligt kvøld í Runavík.
Gleði tykkum til eitt hugnaligt kvøld við live-tónleiki, undirhaldi og virðislønum, har vit saman hyggja aftur á eitt ár við framúrskarandi føroyskum tónleiki og heiðra tey, sum á ymiskan hátt hava verið við til at mynda árið.
Atgongumerki eru sett til sølu og kunnu keypast við at trýsta her, ella við at fara inn á loksholl.fo.



