Spæl Føroyskt 5.-11.okt 2026

Spæl Føroyskt vikan er flutt frá at liggja vikuna undan FMA til at vera um heysti.

Í ár verður Spæl Føroyskt tann 5.-11.oktobur og tað er okkara vón, at alt Føroya fer at spæla føroyskt í hesum døgum.

Í samstarvi við spælistøð, kirkjur, skúlar, kommunur, sendistovur, musikkskúlar, Kringvarp Føroya og onnur fáa vit árliga føroyskan tónleik at runga í hvørjum króki kring landið, í eina viku um árið til Spæl Føroyskt.

Øll kunnu skipa fyri einum tiltaki og vera við – hvussu?

  1. Tú fyriskipar eitt tiltak, sum hevur við føroyskan tónleik at gera (hetta kann vera ein konsert við føroyskum bólki, sangløta á ellisheimi/barnagarði/skúla, føroyskur dansur, kirkjugongd, o.s.fr.) ALT BER TIL 💪🏼🇫🇴
  2. Tú skrásetur tiltakið á okkara heimasíðu, undir Spæl Føroyskt. Okkum tørvar bert upplýsingar um tiltakið (heiti, mynd, frágreiðing) og síðani verður tiltakið lagt afturat okkara SF skrá.
  3. Vit marknaðarføra tiltakið. Hetta gera vit við, at fáa tiltakið út á almennar síður (Facebook, Tíman, Instagram, o.s.fr.) við einum samlaðum sniði.

Vit vóna at tit vilja vera við, at spæla føroyskt, tann 5.-11.oktobur 🇫🇴