
Aulan er okkara besta høli, tá talan er um kórsang og klassiskan tónleik. Aulan í Finsen hevur eitt heilt serligt pláss í hjartanum hjá nógvum føroyingum, har túsundtals føroyingar hava verið til morgunsang. Eitt hølið er fult av minnum, har høvuðsverkið hjá Williami Heinesen minnir okkum á mentanarliga ríkidømi í Havn. Eitt søguligt høli, sum er væl krydda við einum fantastiskum Steinway flygil og heilt serligum aukustikki. Aulan í Finsen tað perfekta staðið til kór, klassiskan tónleik, fyrilestrar, kjakfundir og marknaðir.


