Í dag, 7.oktobur, hevur Økistónar úrvalsnevndin endaliga viðgjørt allar Økistóna umsóknirnar fyri 1.skeið í 2026 (1.jan-1.mai).
Søkt var um meir enn 1 mio kr. tilsamans og skipanin hevur 424.192,00 kr. at lata per skeið (árstriðjing).
Í úrvalsnevndini hesuferð vóru:
Rókur Jákupsson, umboð fyri TSF
Malan Thomsen, umboð fyri tónleikarar og fyriskiparar
Jens L. Thomsen, umboð fyri FTF
Dagfinn Olsen, umboð fyri tónleikarar og fyriskiparar
Eyðun Christiansen, umboð fyri kommunurnar
Marianna W. Nagata var skrivari.
Umsøkjarar kunnu vænta svar áðrenn 1.novembur 2025.